Ferðslunevndin hevur á fundi samtykt at gera nakrar broytingar, sum føra við sær eina víðkan av parkerings- og steðgi-forboðnum á eystar parti á Vágsvegi, og eru hesar broytingar nú settar í verk.
Vegastrekki, har tað nú ikki er loyvt at steðga ella parkera, er frá Vágsvegi 35 og út til endan á Vágsvegi (har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyrarvegur koma saman), tó við tí fráviki, at loyvt er at steðga við Pizzakøkin í upp til 3 minuttir.
Broytingin er gjørd fyri at betra um ferðslutrygdina við atliti til, at ferðslan skal glíða betur, serliga um 8-tíðina, tá nógv bilferðsla er eftir Vágsvegi, skrivar Vágs kommuna.
Víst verður annars til almennu parkeringsplássini, sum eru framvið Vágsvegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald