
Sum heild var hósdagurin á G ógvuliga friðarligur, og lagið var gott í Syðrugøtu og í økinum kring har.
Sí myndir: Hóskvøldið á G! festivalinum
Løgreglan hevði tó tvey ting niðurskrivað í sambandi við stóra festivalin.
Vatktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at eitt mál um brot á skilhaldsreglur var. Talan var tó sum so ikki um nakað álvarsligt.
Heldur var tað ein ungur maður, sum í ovfarakæti gekk runt við einum pulvursløkkjara.
- Hann varð tømdur á millum annað bilar. Tað skal man sjálvandi ikki gera, og viðkomandi fær eina bót fyri hetta.
- Fleiri sleppa ikki avstað aftur við bilinum
Júst bilar kunnu vera ein trupulleiki í sambandi við G!, um fólk ikki hugsa seg um. Vaktleiðarin staðfestir, at tað er heldur trongligt tætt við økið, og at nógvar fráboðnir eru komnar.
Ógvuliga nógv hava sett bilin keðiliga fyri - fólk ringja inn til løgregluna, tí tey sleppa ikki avstað aftur. Hetta er tí, at onkur annar hevur parkera fyri tey.
- Fyri tað um tað er ein festivalur, noyðast fólk at hugsa seg um er áheitanin av løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald