
Mánadagin 2. oktober fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir ein betri sáttmála, men tá einki nøktandi var á borðinum undir samráðinginum við Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum, so varð valt at fara í verkfall.
Hetta hevur rakt sjúkrahúsini seinastu vikurnar. Fleiri undantøk eru givin - seinastu tíðina hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tó kravt eyka løn fyri tey, sum arbeiða við undantakið.
Fíggjarmálaráðið hevur ikki vilja givið seg, men nú hevur eitthvørt samband verið - í øllum førum eru partarnir við samráðingarboriðið aftur í morgun.
Kringvarpið skrivar fyrrpartin, at semingsroyndin nú verður tikin uppaftur eftir næstan ein mánað steðg. Partarnir skuldu eftir ætlan byrja nú klokkan 10.
Sambært semingsmanninum Terja Sigurðsson er óvist, um nakað semingsuppskot fyriliggur eftir fundin. Hetta er nýggj byrjan at royna at loysa knútin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald