Innanlands

Partarnir hittast fyrrapartin

Tað er ósannlíkt, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið sjálvi koma saman fyri at finna semju, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður við Kringvarpið

Sjúkrarøktarfrøðingar hava verið í verkfalli síðan 2. oktober (Savnsmynd)

Sjúkrarøktarfrøðingar hava verið í verkfalli síðan 2. oktober (Savnsmynd)

2023-11-04 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Semingsstovnurin hevur innkallað Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið til fund, og partarnir hittast klokkan 11.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur við Kringvarpið, at tað er ósannlíkt, at partarnir sjálvir koma saman fyri at finna semju, og tí hevur Semingsstovnurin tikið hesa avgerð.

Semingsstovnurin hevur orðað eitt nýtt semingsuppskot, sum møguliga verður lagt fram á fundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder