2018-08-06 14:59
78 ára gamli Patrick Stewart verður enn eina ferð at síggja í leiklutinum sum kapteyn Jean-Luc Picard í vælumtóktu sjónvarpsrøðini Star Trek.
Seinast Patrick Stewart spældi hesa rolluna í sendirøðini var fyri 24 árum síðani í síðstu sesong av sjónvarpsrøðini “Star Trek: Next Generation”. Seinast Patrick Stewart spældi hesa rolluna yvirhøvur var í filminum “Stra Trek: Nemesis” frá 2002.
- Hetta er óvæntað, men deiligt og eg føli meg spentan og upplívgaðan um aftur at spæla leiklutin sum Jean-Luc Picard og at kanna nýggjar dimensiónir við honum, sigur Patrick Stewart sambært BBC.
Enn er ikki heilt vist hvat nýggja sendirøðin fer at handla um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald