Heimsgitni tónleikarin, Paul McCartney hevur júst givið út myndabókina "Hey, abbistabbi!" – eina spennandi ævintýraferð til abbastabbar og abbabørn, sum lata hugflogið reika.
Bókin er ein stór og flott myndabók, sum Kathryn Durst hevur myndprýtt.
Søgan snýr seg um kula abban – abbastabba - sum sveipar síni fýra abbabørn burtur úr gerandisdegnum á ævintýraferðir við gandakumpassini hjá sær. Tey ríða á flogfiskum, tvíspora undan óðum neytum og flýggja frá skalvalopum.
Paul McCartney tekur lesaran við á ævintýraferð kring knøttin og heim aftur til songartíð.
Bókin er innbundin og 32 síður. Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald