Mentan

Paul McCartney til Keypmannahavnar

Fjepparar kunnu gleða seg til 30. november

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-08-23 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enska tónleikastjørnan og ein av Beatlunum, Paul McCartney, spælir til konsert í Royal Arena í Keypmannahavn 30. november.

McCartney kunngjørdi í seinastu viku, at hann aftur ferð á konsertferð. Konsertferðin kallast “Freshen Up”-tour.

Konsertferðin byrjar í Kanada og 30. november verður hann so at hoyra í Keypmannahavn.

- Eg spældi í Keypmannahavn við The Beatles síðani við Wings, og so aftur sum einstaklingur, men tað eru 15 ár síðani eg seinast spældi konsert í Keypmannahavn, sigur Paul McCartney.

76 ára gamli McCartney spældi sína seinastu konsert í Danmark í Herning fyri tveimum árum síðani.

Konsertin verður óivað merkt av sangum frá hansara nýggjastu fløgu “Egypt Station”, sum hann gevur út 7. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder