Hóast hann ikki hevur verið at sæð á stórvegis myndum, so kann staðfestast at Paul Watson hevur verið í Føroyum og umborð á John Paul de Joria.
Undir rættarmálinum móti skiparanum á John Paul de Joria seinnapartin, Daniel Binyon, varð staðfest, at Paul Watson var á manningarlistanum, skrásettur sum fjølmiðlafólk.
Bjrøn á Heygum nevndi í øðrum sambandi, at spurnartekin kundi setast við hvør veruligi skiparin var umborð. Um tað var tann ákærdi, Daniel Binyon, ella um tað ikki veruliga var Paul Watson sum tók avgerðirnar umborð.
Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, segði, at tað er altíð skiparin sum hevur ábyrgdina.
Les eisini: Mæla til 200.000 krónur í bót
Dómur fellur í málinum klokkan 16:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald