2023-07-08 12:51
Paul Watson og skip hansara John Paul de Joria heldur seg framvegis uttan fyri 12 fjórðingsmarki, og er nú ein útnyrðing úr Føroyum.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum. Høgni Hoydal, hevur tikið avgerð um at seta skipinum forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingsmarkið.
John Paul de Joria loysti úr Killybegs í Írlandi mikudagin og hevur siglt við 10 mílaferð síðani. Men tá komið varð norð um Suðuroynna í gjárkvøldið, varð ferðin tikin av skipinum. Síðani hevur verið siglt við 2 til 4 mílaferð norðeftir í nátt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/08/890x590/1688816579qcdutejb3x.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald