Innanlands

Paul Watson kann eisini verða útflýggjaður til Føroya

Landsstýrið er farið at umhugsa, um at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-08-02 17:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Manningin á John Paul de Joria út fyri Anstalten í Nuuk fyri nøkrum døgum síðani (Upptøka: Captain Paul Watson Foundation)

---

Paul Watson, sum var handtikin í Nuuk herfyri, og sum enn situr varðhaldsfongslaður í Grønlandi, kann fara at vera sendur hendan vegin.

Dimmalætting skrivar í dag, at landsstýrið er farið at umhugsa um tey skulu biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya.

Japan hevur biðið um at fáa hvalaaktivistin útflýggjaðan so rættarsókn kann førast.

[object Object](Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Tað var Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum reisti spurningin í løgtinginum undir umrøðuni av ólavsøkufrágreiðingini hjá Løgmanni.

Paul Watson hevur brotið føroyska lóg fleiri ferðir uttan at vera rættarsøktur. Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, sigur sambært Dimmalætting, at møguleikin fer at verða kannaður, men enn er eingin avgerð tikin.

73 ára gamli hvalaaktivisturin er varðhaldsfongslaður til 15. august, tá rættarfundur verður um hann skal útflýggjast ella ikki. Verður hann útflýggjaður til Japan, kann hann fáa upp til 15 ára fongulsrevsing, verður væntað.

[object Object](Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder