Grindaboð í Hestfirði. Tað var tað, sum skuldi til, fyri at fáa Paul Watson og hansara fólk at bróta kunngerðina ímóti teimum. John Paul de Joria, ið er skrásett á Jamaica, er nú væl og virðiliga innanfyri 12 fjórðingar og silgir móti Havnini - hóast grindin langt síðani er hildin til.
Les eisini: Grindadráp uttan stórvegis hóvastak í Havnini
John Paul de Joria kom inn gjøgnum Djúpuni fyri umleið einum tíma síðani, og tá skipið sigldi framvið Leirvík var stórur áhugi: Fleiri fólk við myndatóli, dronur, og nógv fólk sóust. Tjaldrið hevði loyst úr Fuglafirði og sigldi aftaná. Á kortum sást, at Hvidbjørnen heldur ikki var langt burturi.
John Paul de Joria beint við gomlu ferjuleguna í Leirvík, har nógv fólk vóru savnaði
Tjaldrið hevur siglt aftaná leingi og hevur sløkt radaran
Fleiri føroyingar hava helst væntað - og eisini vónað - ein samanbrest. Hann er tó ikki heilt í umbúna. Í øllum førum ikki sambært fútanum. Micheal Boolsen gjørdi í útvarpstíðindunum fyri løtu síðani greitt, at tað var eitt lógarbrot, ið framt var. Tað merkir tó ikki, at Paul Watson og manning skulu handtakast.
Tað snýr seg um at fylgja gongdini og síðani eisini "proportionalitet" - lutfall í broti. Tað skal helst meira til, áðrenn nakað meira dramatiskt hendir. Tó er eingin ivi um, at myndugleikar eru til reiðar, um manningin á skipinum ger onnur brot.
Í løtuni nærkast John Paul de Joria Havnini. Spurningurin er so, hvør næsti leikur verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald