John Paul de Joria, skipið hjá Paul Watson og hansara fólki, er komið til Føroya og er í føroyskum øki. Kortini eru tey ikki farin inn um 12 fjórðingamarkið, sum forboð er sett fyri.
Dagur og vika visti í kvøld at siga, at Tjaldrið er á veg suður ímóti skipinum við løgreglumanni umborð. Hetta ger tað til eitt løgregluskip, sum hevur heimild at forða skipinum hjá Watson at koma inn um markið.
John Paul de Joria
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, tók í gjár avgerð um at seta skipinum John Paul de Joria forboð fyri at koma inn í ytra sjóumveldi Føroya. Tað vil siga, at ikki er loyvt at koma inn um 12 fjórðingar.
Danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen siglir millum oyggjarnar, men er enn ikki partur av málinum.
Paul Watson hevur sagt, at hansara felagsskapur ætlar at órógva grindaraksturin og leggja uppí um neyðugt í royndini at steðga grindadrápi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald