Innanlands

Paul Watson vitjan av løgregluni

Rescue Lív førdi seinnapartin løgreglufólk út á skipið John Paul De Joria, sum liggur beint eystan fyri 12 fjórðingamarkið

John Paul de Joria á veg til Havnar sunnudagin (Mynd: Simon Nordendal / DroneDirector)

John Paul de Joria á veg til Havnar sunnudagin (Mynd: Simon Nordendal / DroneDirector)

2023-07-14 15:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglufólk hava seinnapartin verið á skipinum hjá Paul Watson, John Paul de Joria.

Hetta veit fm1.fo.

Júst hvørji ørindini vóru ella hvussu nógv løgreglufólk fóru umborð, er ikki greitt, og Michael Boolsen vil heldur ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, skrivar fm1.fo.

Tað var sunnudagin, at skipið hjá Paul Watson og hansara fólki, breyt lógina og fór inn um 12 fjórðingamarkið. Hetta í royndini at forða grindadrápi, sum fór fram í Havn. John Paul de Joria lá eystanfyri Føroyar, og tá skipið kom til Havnar var alt liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder