Í juni mánað gavst Ólavur Berg sum skúlavørður í Skála skúla. Tá hevði hann røkt hetta starvi síðani 1977 - í 43 ár - og Runavíkar kommuna takkar á heimasíðu sínari honum fyri i hansara trúfesti og nærlagni.
Í hansara stað er nú annar skálamaður settur. Talan er um 40-ára gamla Pauli Gregersen Hansen.
Pauli G. Hansen er mest kendur fyri sína tíð sum ítróttamaður - serliga sum fótbóltsleikari. Pauli var ein hartarbeiðandi og dugnaligur sentralur miðvallarleikari og var við í bestu árunum nakrantíð hjá Skála. Hann leikti 231 dystir í fremstu røð, umframt 15 dystir í altjóða fótbólti.
Runavíkar kommuna skrivar, at Pauli hevur drúgvar royndir sum timburmaður. Hann lærdi hjá Articon, og hevur síðani starvast innan yrkið - bæði við umvælingum og nýbygging.
Pauli tekur við starvinum í august mánaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald