Uttanlands

Pávin: Leggið vápnini

Tað var boskapurin í røðuni, sum Leo pávi helt fyrsta páskadag

Leo pávi heldur røðu fyrsta páskadag (Mynd: EPA)

Leo pávi heldur røðu fyrsta páskadag (Mynd: EPA)

2026-04-06 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 – Lat tey, sum hava vápn, leggja tey frá sær. Lat tey, sum hava valdið til at steðga kríggj, velja frið.

Tað var boðskapurin hjá Leo páva, tá hann páskadag helt røðu av svalanum í Pæturskirkjuni í Rom páskadag eftir siðbundnu páskamessuna.

Hetta var fyrsta páskamessan hjá Leo páva, sum gjørdist pávi, eftir at undanmaður hansara, Frans pávi andaðist annan páskadag í fjør.

Í røðu síni nevndi Leo pávi tó ikki nøkur nøvn ella nøkur ávís stríð ella kríggj, skrivar Ritzau.

Sambært pávanum hava fólk vant seg við kríggj og eru blivin líkasæl, hóast túsundatals fólk doyggja.

Hetta var ikki fyrstu ferð at Leo pávi var atfinningarsamur um verandi stríð í heiminum og kom við áheitan um at leggja vápnini. Tað hevur hann gjørt fleiri ferðir seinastu vikurnar.

Í røðu pálmasunnudag segði pávin m.a., at Jesus ikki lurtar eftir bønunum hjá teimum, sum føra kríggj men vísir teimum frá sær, tí hendur teirra eru fullar av blóði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder