Innanlands

Pelagos og Bakkafrost kunnu aftur útflyta til Russlands

Pelagos í Fuglafirði hevur verið reytt síðani apríl, og Bakkafrost Processing á Glyvrum síðani januar í ár.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-06 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar í dag frá, at Pelagos í Fuglafirði og Bakkafrost Processing á Glyvrum aftur kunnu útflyta til Russlands.

Øll vøra sum fer til Russlands verður kannað á markinum, og hon skal vera á einum grønum lista hjá russiska matvørumyndugleikanum Rosselkhoznadzor fyri at sleppa inn. Verða ávís frávik funnin við markið, fær Heilsufrøðiliga starvsstovan boð frá Rosselkhoznadzor.

Tað gjørdi hon apríl - tá  var tað vørur hjá Bakkafrost Processing á Glyvrum - og í apríl tá tað talan var um vørur frá Pelagos í Fuglafirði. Síðani hava virkini verið á reyða lista, ið merkir, at virkið hevur forboð fyri útflutningi til Russlands.

Síðani hevur verið arbeitt við at kanna møguligar orsøkir til frávikið og um neyðugt seta rætta uppá tað. Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt hetta, síðani boðað Rosselkhoznadzor frá, og nú eru virkini grøn aftur. Hetta er greitt, eftir at 
bræv er komið frá russiska matvørumyndugleikanum. Tískil kunnu Bakkafrost og Pelagos aftur útflyta vørur til Russlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder