Innanlands

Peningur á bók hjá húsarhaldinum vaksin við átta prosentum

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 3,2 milliardir krónur í september í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-21 12:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árligu vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 13 prosent í september í ár, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri. Tað er millum annað innlánsvøksturin hjá vinnuni (19,6 prosent) og húsarhaldunum (7,8 prosent), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í september 25,8 milliardir krónur, meðan samlaðu útlánini vóru áleið 22,6 milliardir til føroyskar og útlendskar kundar, skrivar Landsbankin.  

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 3,2 milliardir krónur í september í ár.  Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu. Innlánsyvirskotið vaks við meir enn einari milliard krónum í tíðarskeiðinum juni 2025 til juli 2025.

Innlánsyvirskotið gjørdi eitt stórt fall í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá Føroya Banka.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder