Innanlands

Peningur játtaður til spælipláss

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av tilboði frá Innspark at gera eina heildarætlan uppá útiøkið í Frítíðarskúlanum

2023-06-26 14:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nes kommuna: Hóskvøldið 22. juni samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av tilboði frá Innspark at gera eina heildarætlan uppá útiøkið í Frítíðarskúlanum.

Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu í fjør, fekk eisini tá nakað til spæliplássið, men tað var bara ein byrjan.

Nú verður talan um eitt náttúruspælipláss, spælihús, parkour vøll og dandi stativ.

Eisini samtykti býráðið á sama fundi at játta pening til at leggja gummi á spæliplássið í Barnagarðinum. Eisini varð peningur játtaður til tess at byrja eina uppraðfesting av skúlagarðinum í Tofta skúla.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder