
Per Martin Gregersen verður borgarstjóri í Eysturkommunu komandi fýra árini. Tað er greitt, eftir at nývalda býráðið skipaði seg seinnapartin í dag.
Á kommunuvalinum var Per Martin Gregersen toppskorari í kommununi við 122 atkvøðum. Hann fer at yvirtaka sessin eftir Jóhan Christiansen, sum ikki stillaði upp aftur.
Nýggi varaborgarstjórin verður Magnus Skoralíð, sum fekk næstflestar atkvøður – 118.
Nevndirnar í komandi býráði eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Per Martin Gregersen formaður, Magnus Skoralíð næstformaður, og Hjalti Dalheim
Byggi- og býarskipanarnevnd: Petur Súni Jacobsen formaður, Marjun Andreasardóttir næstformaður, og Magnus Skoralíð.
Vinnu- og havnanevnd: Katrin Kjartansdóttir forkvinna, Marita Klein Joensen næstformaður, og Petur Súni Jacobsen.
Mentanarnevnd: Hanna Jensen forkvinna, Hjalti Dalheim næstformaður, og Katrin Kjartansdóttir.
Umhvørvis- og trivnaðarnevnd: Marjun Andreasardóttir forkvinna, Rúni Justinussen næstformaður, og Marita Klein Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald