Senatorar frá bæði høgru og vinstru síðu av politiska landslagnum í USA ávara nú um, at amerikanski verju- ella krígsmálaráðharrin kann hava framt krígsbrotsverk í Karibiska Havinum, skriva miðlarnir Politico og CNN.
Ávaringarnar koma fram eftir eina grein í The Washington Post, ið varð prentað fríggjadagin, har Pete Hegseth varð skuldsettur fyri at góðkenna eitt “rættiliga óvanligt álop” á ein sokallaðan narkosmuglarabát í september.
USA framdi 2. september tað fyrsta av tí, ið skuldi vísa seg at verða einn røð av álopum í Karibiska havinum.
Málið hjá amerikanska forsetanum var greitt, at hann vildi fáa bilbugt við sonevndu "Tren de Aragua-narkoyvirgangsbólkin", sum Donald Trump sigur verða stýrdur av Nicolás Maduro, forseta í Venesuela.
Síðan ta fyrstu hernaðaratsóknina eru yvir 80 fólk, sambært CNN, dripin í Karibiska havinum. Men amerikanska stjórnin hevur enn ikki lagt fram nakað prógv fyri, at álopnu persónarnir veruliga vóru “narko-yvirgangsfólk”.
Hinvegin hava fleiri serfrøðingar í løgfrøði sett spurnartekn við, um álopini eru lóglig.
Trýstið á amerikanska verjumálaráðharran øktist, tá Washington Post fríggjadagin kom við útsøgnum frá ónevndum keldum, sum hildu uppá, at Peter Hegseth gav eini munnlig boð um, at “drepa øll” umborð á einum av hesum sokallaðu narkobátum.
Eini boð, sum sambært blaðnum kunnu hava ført til eitt álop, sum var í stríð við altjóða lóggávu.
Nú krevja fleiri amerikanskir lóggevarar svar, og hesi eri ikki einans frá politisku andstøðuni.
Sambært miðlunum var tað undir hernaðarátakinum 2. september framt eitt sokallaða double tap-álop á ein av bátunum. Altso eitt álop, har skotið varð eftir málinum tvær ferðir fyri at tryggja, at allir fíggindarnir vórðu tileinkisgjørdir.
Verjunevndin í bæði senatinum og umboðsfólkatinginum hevur eftir greinina í The Washington Post sagt, at tey ætla at fremja eina gjølliga kanning av hesum skuldsetingum.
Keldurnar siga við amerikanska miðilin, at tað seinna álopið varð framt, júst tí at Pete Hegseth hevði givið boð um at “drepa øll” umborð.
Sambært keldunum vóru tað tveir persónar, sum ikki doyðu av fyrstu atløgu. Tann, sum hevði ábyrgdina av álopinum valdi tí at skjóta eina ferð afturat til tess at ganga kravinum frá Hegseth á møti.
Og sagt verður eisini, at hetta er ikki einastu ferð, at eitt sokallaða double tap-álop varð framt til tess at fylgja álopunum hjá Hegseth um at gera av við øll.
Tað, sum er óvist er, um Hegseth hevur verið vitandi um, at tað vóru fólk úr bátinum, sum ikki doyðu í fyrsta álopinum. Boðini um at “drepa øll” komu áðrenn álopini vórðu framd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald