2018-08-08 12:24
Peter Madsen, sum 10. august í fjør drap svensku tíðindakvinnuna Kim Wall umborð á kavbáti sínum Nautilus, søkir nú eftir pennavinum.
Á sínum egna Facebookvanga skrivaði Peter Madsen týskvøldið, at øll eru vælkomin at skriva til hansara, nú hann situr í fongsli.
- Eg kann ikki senda teldupostar ella Google-kontaktinfo. Eg fari at svara øllum, sum skriva til mín, lovar Peter Madsen sambært bt.dk.
Enn er ikki vist, hvussu Peter Madsen hevur borið seg at at fáa boðini út. Alt bendir á, at uppslagið á hansara Facebookvanga er skrivað av einum dulnevndum millummanni, sum kallar seg Zagadka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald