Í Ungarn er Péter Magyar í dag tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri.
Magyar og flokkur hansara, Tisza vunnu tjóðartingsvalið í apríl og toku harvið valdið frá Viktor Orbán, sum hevur verið forsætisráðharri í Ungarn í 16 ár.
Péter Magyar er fyrrverandi limur í Fidesz, sum eisini er flokkurin hjá Orbán. Núverandi flokkurin hjá Magyar, Tisza varð stovnaður í 2020 men spældi ongan stóran leiklut í ungarksum politikki, fyrr enn Magyar bleiv limur í 2024 og stutt eftir gjørdist formaður í flokkinum, skrivar Ritzau.
Tisza fekk á valinum í apríl 141 av 199 sessum í ungarska tjóðartinginum. Fidesz fekk 52, sum er ein stór afturgong í mun til undanfarna valið, har flokkurin vann 135 sessir.
Tisza hevur m.a. kravt betri almennar veitingar, serliga á heilsuøkinum og ein strangari tilflytarapolitikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald