Mentan

Petur Háberg Jacobsen við nýggjum lagi

Talan er um "Droymi Meg Burt", sum er tøkt á Youtube og aðrastaðni nú. Jákup Zachariassen eigur eisini sín stóra leiklut

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-22 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Havnarmaðurin Petur Háberg Jacobsen er í dag komin út við nýggjum tilfari. Talan er um eitt staklag við navninum "Droymi meg burt"

Tað er Petur sjálvur, sum hevur skrivað orð og lag. Jákup Zachariassen eigur eisini sín stóra leiklut. Hann hevur lagt til rættis og framleitt. Jákup syngur eisini kór, spælir onkur ljóðføri og upptøkurnar eru gjørdar í hansara upptøkuhøli.

Royndi Óli Poulsen hevur staðið fyri at ljóðblandað, og á saxofon eru bæði Kristina Thede Johansen og Haukur Gröndal.

Nýggi sangurin kann hoyrast ovast í greinini - ella her.

Droymi meg burt

Orð & Lag: Petur Háberg Jacobsen

Trummur: Jósva Debes
Bass: Eyðun Johannesen
Horn: Ólavur Olsen
Baritone & Alt Saxifon: Kristina Thede Johansen
Tenor Saxifon: Haukur Gröndal
Øll onnur ljóðføri: Jákup Zachariassen
Kór: Jákup Zachariassen

Upptikið: JakZac-Studio 
Mix og mastering: Óli Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder