Hetta vikuskiftið eru Várdagar í Skopun, og í hesum sambandi, varð nýggja standmyndin av Petur Mohr Dam, sála, avdúkað beint við Selatraðneystið seinnapartin.
Standmyndin vísir Petur Mohr Dam sum 18 ára gamlan ungling.
Nógv fólk vóru komin at hátíðarhalda hesu løtuna, har Fríðhild Winther beyð vælkomin og Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, og Rigmor Dam, løgtingskvinna og abbadóttir Petur Mohr Dam, hildu røðu.
Petur Mohr Dam varð valdur á løgting í 1928. Hann var formaður í Javnaðarflokkinum í tíðarskeiðnum 1936 - 1968.
Hann var løgmaður í tíðarskeiðnum 1958-1962 og 1967-1968. Eisini var hann fólkatingsmaður í mong ár.
Skráin fyri Várdagar í Skopun sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald