
Týsdagin 15. juli kann Pf Leif Mohr halda 90 ára stovningardag.
Søgan byrjaði fyri nú góðum 100 árum síðani, í apríl mánaði í 1925, tá 15 ára gamli havnadrongurin Leif Mohr fór til Keypmannahavnar at standa í læru hjá stóru elfyritøkuni Kemp og Lauritsen.
Fimm ár seinni, í 1930, var Leif útlærdur, og var so heppin, at fáa arbeiði í Føroyum mest sum beinanvegin. Hetta var í Klaksvík, tá teir har fyrireikaðu seg til elektriskan streym og fingu sær vatnorkuverk, ið varð sett í gongd norðuri á Strond. Tað var í 1931.
Seinni fekk Leif arbeiði hjá kommunuverkinum í Havn, sum lá á Rundingi.
Í 1935 kom kommunan fram til, at arbeiðið við at leggja el inn í hús og annað skuldi skipast øðrvísi. Frá at vera ein kommunal uppgáva bleiv hon løgd út til privat virksemi. Teir góvu Leif Mohr og Asbjørn Skarðhamar autorisatión og handilsloyvi. Einar Mikkelsen fylgdi við av verkinum sum fyrsti lærlingur hjá Leif Mohr, sum stovnaði virkið sítt 15. juli í 1935. 26 ára gamal.
Síðan 1981 hevur høvuðsvirksemið verið á Hoyvíksvegnum við fyrisiting, eldeild, hvítvøruverkstaði og handli.
Fyritøkan hevur eisini ein elmekaniskan verkstað í Stiðjagøtu í Havn og ein handil á Kambsdali. Saman við MP Teknik í Klaksvík hevur Leif Mohr stovnað fyritøkuna Tactus í Íslandi. Tactus arbeiðir í mestan mun við uppgávum innan alivinnuna, og hevur fyri stuttum ogna sær ein nýggjan verkstaðsbygning í Tórleikshøfn.
Í løtuni eru 94 fólk til arbeiðis hjá Leif Mohr. Av teimum eru 22 lærlingar.
Í sambandi við 90 ára stovningardagin, bjóðar Leif Mohr kaffi og køku frá kl. 10, týsdagin 15. juli á Hoyvíksvegi 53.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald