Innanlands

P/F Waag gott úrslit í 2024

Úrslitið gjørdist hægri enn væntað orsakað av sølu av ognum

(Mynd: Waag bilar)

(Mynd: Waag bilar)

2025-07-08 16:55 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ársúrslitið í 2024 hjá Waag var stak gott, men var partvís orsakað av sølu av ognum.

Ársúrslitið eftir skatt var 18,5 mió.kr, sum var eitt vet lægri enn í 2023, tá ið ársúrslitið var 19,8 mió.kr.

Waag, sum fyri 2 árum síðani keypti P/F Auto Service, umboðar í dag serliga bilmerkini Mercedes, Nissan og Hyundai. Waag heldur til undir Krákugjógv 19 í Havn, har ið Auto Service áður var.

Raksturin
Roknskapurin hjá P/F Waag vísir, at bruttovinningurin er rímiliga nógv síðstu tvey árini. Úr 21,8 mio.kr. í 2021 til 36,7 mió.kr. í 2024.

[object Object]

Ársúrslitið (úrslit eftir skatt) hjá Waag í 2024 var 18,5 mió.kr., sammett við 19,8 mió.kr. í 2023. Hóast talan er um eina afturgongd í 2024 á 1,3 mió.kr. ella 6,7 prosent, er ársúrslitið tó væl betur enn síðstu árini.

Sambært leiðslufrágreiðingini var ársúrslitið í 2024 hægri enn væntað, men hetta var orsakað av sølu av ognum. Grundraksturin var sum væntað skrivar leiðslan.

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Waag vísir, at samlað ogn var 111,5 mio.kr. í 2024 móti 126,6 mió.kr. í 2023.

[object Object]

Størstu postarnir á ognarsíðuni í 2024 var fíggjarig støðisogn á 23,4 mió.kr. Av ognum í umferð eru goymslan íalt 51 mió.kr. í 2024 meðan áogn var 17,1 mió.kr.

Tøkur peningur í 2024 var 19,9 mió.kr. í móti 9,2 mió.kr. í 2023.

[object Object]

P/F Waag er væl fyri fíggjarliga. Waag hevði í 2024 onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuld er 25 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Waag við árslok 2024 var 86,4 mió.kr. Tryggleikastigið var heili 77,5 prosent, sum er sera gott. 

Gjaldførið var eisini sera gott hjá Waag. Gjaldførislutfallið, sum er ognir í umferð í mun til stuttfreistaða skuld var 352 prosent í 2024 samanborið við 174 prosent í 2023.

Samanumtikið er talan um ein sera góðan roknskap hjá Waag fyri 2024.

Stjóri í P/F Waag er Joen Pauli Waag. Nevndarforkvinna er Minny Waag.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder