Uttanlands

Pfizer-stjóri: Nemmari at koppseta fólk eina ferð um árið

Albert Bourla heldur tað ikki vera gott at koppseta fólk fyri koronu fjórða ella fimta hvønn mánað framyvir

Koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech (Savnsmynd)

Koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech (Savnsmynd)

2022-01-23 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hjá heilivágsfyritøkuni Pfizer arbeiða tey við at framleiða eina koronukoppseting, sum skal gevast eina ferð um árið.

Tað sigur forstjórin hjá Pfizer, Albert Bourla.

Nú korona ger meira um seg, hava fleiri lond stytt tíðarskeiðið millum annað og triðja prik fyri at geva fólki verju móti at gerast álvarsliga sjúk við omikron-frábrigdinum. Summi lond eru eisini byrjað at geva fjórða prik.

Albert Bourla heldur tó ikki, at tað hevði verið gott at givið fólki eitt prik fjórða ella fimta hvønn mánað. Í staðin vónar hann, at mann fær eina koppseting, sum skal gevast eina ferð um árið.

– Tað er nemmari at sannføra fólk um at lata seg koppseta eina ferð um árið. Tað er eisini nemmari hjá fólki at minnast til, sigur hann sambært Ritzau.

Pfizer arbeiðir í løtuni við ætlanini um at gera eina koppseting til onnur koronufrábrigdi. Áður hevur Albert Bourla boðað frá, at heilivágsfyritøkan skjótt er til reiðar at søkja um góðkenning til eitt koppingarevni, sum er gjørt til at verja móti omikron. Tað verður í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder