
Tað ljóðar so lætt, og skuldi verið skjótt at koppsett 50.000 fólk í Norðuratlantshavinum. Men tað ber ikki til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Í øllum førum ikki við Pfizer-koppingarevninum.
Íslendingar hava roynt beinleiðis at sett seg í samband við Pfizer, og tað hava føroyingar eisini við skrivligum fyrispurningum og sambandi beinleiðis við Pfizer fyri at fáa vaksinur uttan um keypsavtaluna hjá ES, men svarið er noktandi.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í Breddanum í útvarpinum seinnapartin.
Í Føroyum hava vit bara koppsett við koppingarevni frá Pfizer higartil, men skamtirnir koma umvegis Danmark. Fyrsta prikið í Føroyum varð givið 30. desmber, og higartil eru 7,5 prosent av fólkatalinum koppsett.
Nógv hevur verið kjakast um, at tað gongur ov seint, og at vit áttu at játta neyðuga peningin og farið út og keypt alt undir einum. Men at fáa koppsetingarnar umvegis Danmark og ES, er rætti mátin gera tað uppá, heldur landsstýrismaðurin.
- Stuttsiktað kann man ivast eitt sindur, men tosa vit langsiktað, eri eg vísur í, at hetta er rætti leisturin. Vit vita ikki, um vit skulu vaksinerast fleiri ár fram í tíðina, og tá er umráðandi at trygdin er í ordan. Tað er umráðandi, at góðskan er í lagi, og útvegartrygdin er upp á pláss. Tí haldi eg, tað er rætt, at vit eru við í stóra ES-innkeypinum.
- Um vit eru úti á spottmarknaðinum og royna at koma framum í bíðirøðini, hvar eru vit so í røðini, um tað verður mangul um tvey til trý ár. Tað kann henda. Langsiktað er hetta ein røtt avgerð, at vit eru saman í stórum innkeypi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann hevur framvegis vónir um, at vit eru komin á mál, tá vit eru síðst í juni mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald