Uttanlands

Pfizer/BioNTech ætlar at økja um framleiðsluna í ár

ES fer eisini at fáa upp til 75 mió. fleiri skamtar av koppingarevni í 2. ársfjórðingi, sigur fyritøkan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-01 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pfizer/BioNTech hevur í dag boðað frá, at tey hava ætlanir um at veita upp til 75 mió. fleiri skamtar av koppingarevni til ES í 2. ársfjórðingi.

Sambært fráboðanini verður framhaldandi arbeitt við at økja um nøgdina av koppingarevni frá miðskeiðis í februar. Fyritøkan ynskir at tryggja sær, at hon er før fyri at veita tað fullu nøgdina av skamtum, sum hon hevur bundið seg til at veita í 1. ársfjórðingi og 75 mió. skamtar afturat í 2. ársfjórðingi.

Sierk Poetting, sum er í leiðsluni hjá BioNTech, sigur, at tann ætlaða framleiðslan fyri 2021 verður økt við 50 prosent. Sostatt er ætlanin at framleiða tvær mia. skamtar í ár heldur enn 1,3 mia. sum upprunaliga ætlað, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er uml. 95 prosent munagott.

Pfizer/BioNTech hevur annars verið fyri atfinningum, tí fyritøkan sambært ES ikki hevur veitt ta nøgdina av koppingarevni, sum partarnir hava avtalað. Hetta er orsakað av ósemju um, hvussu nógvir skamtar eru í hvørjum glasi við koppingarevni.

Les eisini: Svøríki er hildið uppat at gjalda til Pfizer/BioNTech

Les eisini: Ein lítil broyting kann geva heilivágsfyritøku eina eyka milliardupphædd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder