Innanlands

PhD-verja: Kanning av møguligum orsøkum til gaping í laksi

Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling fer at verja PhD-ritgerð í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 14. august kl. 13.00

Ása Jacobsen (Mynd: Fiskaaling)

Ása Jacobsen (Mynd: Fiskaaling)

2020-08-05 12:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gransking: Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling fer at verja PhD-ritgerð í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 14. august kl. 13.00. Enska heitið á ritgerðini er "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.) fillets."

Laksur vaksandi týdning
Við støðugt vaksandi tali av heimsíbúgvum og tørvi á djóraproteinum til føði er laksur vorðin ein alsamt meira týdningarmikil alifiskur. Aling á sjógvi krevur ofta minni av náttúrutilfeingi enn siðbundna framleiðslan av landbrúksdjórum, men hóast hetta eru ymisk viðurskifti, ið atlit má takast til. Tann vaksandi framleiðslan av laksi krevur, at átøk verða framd fyri at tryggja burðadygga menning.

Gaping
Gaping er skilnaður av bindivevnaðinum millum vøddaløgini í flakinum. Hetta er ein góðskutrupulleiki, sum vinnan sær fram til at fáa loyst, og sum annars er ein avbjóðing fyri burðardyggu menningina.

Í verkætlanini varð ávirkanin á gaping frá vantandi reinsing av búkholuni hjá laksi eftir slátur kannað. Eisini varð kannað um samband var millum nøgd og bygnað av ávísum mýlum í bindivevnaðinum og gaping.

Metingarnevndin
Í metingarnevndini sita Dr. Phillip Pope, lektari á Norwegian University of Life Sciences, Dr. Samuel Martin, professari á University of Aberdeen, og Dr. Sissel Beate Rønning, granskari á NOFIMA (Norwegian Institute for Food Research), sum eisini er formaður í nevndini.

Vegleiðarar eru Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jonhard Eysturskarð, Fiskaaling/Bakkafrost.

Viðhøvundar eru: Svein-Ole Mikalsen, Hóraldur Joensen og Jonhard Eysturskarð.

Fiskaaling ynskir Ásu hjartaliga til lukku við stóra og týðandi avrikinum.

PhD-ritgerðin hjá Ásu Jacobsen kann takast niður her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder