Mentan

Picasso-málningur seldur fyri yvir 200 milliónir á uppboðssølu

Málningurin "Bust of a Woman with a Flowered Hat" hevur verið vístur fram alment síðan 1944

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-10-25 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð ein málningur hjá spanska listamanninum Pablo Picasso, sum ikki hevur verið sæddur í yvir 80 ár, seldur fyri 27 milliónir evrur á uppboðssølu í franska høvuðsstaðnum París.

Við keypsavgjaldi er samlaði prísurin 32 milliónir evrur - 239 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan AP.

Málningurin ber heitið "Bust of a Woman with a Flowered Hat". Hann varð málaður í juli 1943 og ímyndar eina kvinnu í einum litríkum blómuhatti. Mett verður, at kvinnan á málninginum er franska listakvinnan og myndakvinnan Dora Maar, sum var elskarinna hjá Picasso.

Málningurin varð seldur á auktiónshúsinum Drouot í París. Sambært talsfólki hjá auktiónshúsinum, varð málningurin seldur einum útlendskum keypara, sum var til staðar í salinum undir uppboðssøluna.

Minstiprísurin fyri málningin var átta milliónir evrur - 60 milliónir krónur. Endaligi prísurin gjørdist, sum áður nevnt 32 milliónir evrur, og tað er higartil hægsti prísurin fyri eitt listaverk, sum er selt í Fraklandi í ár.

Hetta var tó ikki dýrasta listaverkið hjá Picasso. Higartil dýrasti Picasso-málningurin var Les femmes d'Alger (Version O), sum varð málaður í 1955 og seldur fyri 179,4 milliónir dollarar - 1,1 milliard krónur - í 2015.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder