Innanlands

Pisa: Fartelefonir órógva - næmingar eru lítið hugagóðir

Kanningarúrslitini í PISA 2022 benda millum annað á, at nógvir føroyskir næmingar - umframt aðrir í Norðurlondum - kenna seg órógvaðar av talgildum undirvísingaramboðum.

- Tað er sagt fyrr, at næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum eru lítið hugaðir at taka lut í PISA. Nýggjasta úrslitið staðfestir, at støðan er óbroytt. Sambært svarunum ávirkar tað nógv, at próvtøl ikki eru uppá spæl (Mynd: skulabladid.fo)

- Tað er sagt fyrr, at næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum eru lítið hugaðir at taka lut í PISA. Nýggjasta úrslitið staðfestir, at støðan er óbroytt. Sambært svarunum ávirkar tað nógv, at próvtøl ikki eru uppá spæl (Mynd: skulabladid.fo)

2023-12-08 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini fyri PISA kanningina vórðu almannakunngjørd týsdagin, og tey sóu ikki pen út føroyska skúlaverkið og ei heldur furi Norðurlond sum heild.

Sí eisini: Pisa: Afturgongd í øllum Norðurlondum

Sí eisini: Pisa: Stóðu seg nógv verri í støddfrøði

Nógvar orsøkir eru til hetta, og tað hava ymisk kanningarúrslit eisini víst á og givið ábendingar um.   

Magnus Tausen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum og fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelagi, fekk aftur ein skelt, tá hann sá hesi úrslitini. Tað sigur hann við Kringvarpið og staðfestir samstundis, at tað ikki ber til at blíva við at brúka tær somu umberingarnar sum fyri næstan 20 árum síðani. Í Breddanum í gjár varð

Í tveimum greinum á skulabladid.fo mikudagin verður víst til tvær av orsøkunum til vánaligu úrslitini. Hetta er útfrá svarum og úrslitum í kanningini.

Eitt er fartelefonirnar:

- Stórur partur av næmingunum kenna seg órógvaðar av talgildum undirvísingaramboðum. Hetta sæst í tølum bæði í Føroyum, Danmark og Íslandi

Ein trupulleiki er eisini, at tað sýnist ikki at vera samband millum, hvussu næmingarnir fata egnar KT-førleikar og PISA 2022-úrslitini í fakunum støddfrøði, lesing og náttúruvísindum. Støðan í 2022 kann metast at vera á sama stigi sum í 2018, tá førleikin at hugsa kritiskt, kreativt og sjálvstøðugt vantaði. Eisini tykist tað vera ymiskt, hvussu gentur og brúka og skilja KT, og hetta er ein vansi.    

Mælt verður ikki til at seta forboð, tí næmingar hava tørv á at læra at handfara telefonina, bæði í skúla og heim. Heldur skal nýtslan vera hóskandi og verða vend til nakað jaligt, skrivar Skúlablaðið útfrá niðurstøðunum hjá OCED

Les alla greinina um samband millum telefonnýtslu og PISA-úrslit hjá Skúlablaðnum her

[object Object]

Næmingarnir í Føroyum tíma ikki so væl, tá próvtøl ikki eru uppá spæl - tað eru tey ikki í PISA, sum eisini hevur eitt annað endamál og útgangsstøði 

Í PISA 2022 kemur tað aftur fram, at føroysku næmingarnir ikki tíma kanningina serliga væl - teir eru lítið hugagóðir og "ómotiveraðir" til uppgávuna.  

- Tað er sagt fyrr, at næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum eru lítið hugaðir at taka lut í PISA. Nýggjasta úrslitið staðfestir, at støðan er óbroytt. Eins og í 2018 varð eisini í 2022 spurt um, hvussu motiveraðir næmingarnir vóru at svara PISA-kanningini. Heldur ikki í 2022 vóru næmingarnir serliga hugagóðir, serliga tá spurt verður um hugburðin til „at gera tað gott“. Tað sæst eisini í kanningini, at tey, sum siga seg hava arbeitt áhaldandi við uppgávunum, sjálvt um tær vóru torførar, fingu munandi fleiri PISA-stig í miðal.

Harvið er ikki nógvir spenningar knýttir at, at svara uppá og loysa ymisku uppgávurnar. Sambært svarunum liggur ómakurin um miðal, men spurt var um støðan hevði verið øðrvísi, um úrslitið varð talt við í skúlakarakterunum. – Tað hevði hon (Sí ritmynd omanfyri)

PISA-kanningarnar hava onnur endamál, ið greinin hjá SKúlablaðnum kemur inn á til endans. Hon kann lesast í fullum líki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder