
Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á TSK (Tekniska skúlanum í Klaksvík). Vanligt er, at prógvhandanin er úti í Grøv, men orsakað av veðrinum varð løtan hildin inni á skúlanum í dag.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini, og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum.
Bárður Toftum Petersen, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi um, hvør munurin er á skúlagongdini nú, og tá hann gekk á HT í 90’unum.
Rutt Hjelm Gregersen og Oddvør Jospehsen, næmingar úr HT-3a, hildu næmingarøðuna fyri pisurnar.
Rannvá Eyðunsdóttir úr HT-3a og Sjúrður Joensen úr HT-3b fingu heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv í hvørjum flokki Tey høvdu flottar miðalkarakterir upp á 11,0 og 11,7.
-
HT3a - Aftast frá vinstru: Daniel Fonsdal Mikkelsen, Jóhan Anthoniussen, Dávið Hentze, Heini Poulsen, Sam Gleðisheygg, Julian Hansen, Ingi Abrahamsen og Tóki Klakk Olsen. Fremst frá vinstru: Rannvá Eyðunsdóttir, Bjørg í Norðnastovu, Rutt Hjelm Poulsen, Oddvør Josephsen, Marjun Elida í Gong
-
HT3b - Aftast frá vinstru: Bjarki Fróðason í Eyðansstovu, Pætur Turðiarson Skipanes, Magnus Dansson Olsen, Samuel Gregersen, Hans Johannesen, Per Johannesen, Sjúrður Joensen og Magni Jón Djurhuus. Fremst frá vinstru: Hans Haraldur Klæmintsson, Jóhanna Skorheim, Erla Christiansen, Rannvá Danbjørg Heinesen, Jetta Svøðstein, Tóra Mohr, Pól á Rógvu
-
Rannvá Eyðunsdóttir úr HT-3a og Sjúrður Joensen úr HT-3b fingu heiðursprógv fyri besta prógv í hvørjum flokki Tey høvdu miðalkarakterir á 11,0 og 11,7

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald