Í farnu viku upplivdu fleiri svínoyingar, at teir vórðu noyddir at standa eftir í Hvannasundi, tí so nógv ferðafólk skuldu við Rituni. Harvið sluppu teir heim, og hetta elvdi sum verða man til ónøgd.
Strandfaraskip Landsins fer nú undir nýggja skipan fyri at royna at syrgja fyri, at slíkar støður ikki koma fyri. Talan er um eina bíleggingarskipan fyri tey, ið ikki eru fastbúgvandi í Svínoy og Fugloy. Hetta merkir, at at onnur skulu bílggja pláss við Rituni. Hetta skal gerast við telduposti ella við at ringja til SSL. Bíleggjast kann eina viku frammanundan og í seinasta lagi tveir dagar fyri fráferð.
Henda skipan tekur við í dag, boðar Strandferðslan frá.
Ongin dagur er líka
Strandferðslan boðar frá, at har koma leypandi fyrispurningar um bólkabíleggingar við ferjum og bussum. Um pláss er, verður bíleggingin váttað. Um onki pláss er, verður bíleggingin ikki váttað. Eftir at farið er aftur til vanligu ferðaætlanina, men við avmarkaðum fólkatali, hava ymiskar avbjóðingar verið.
- Fyri at tryggja ferðafólkaflutningin av teim fastbúgvandi á teim ymsu oyggjunum, har okkara ferjur røkja siglingina, varð avgjørt, at ongar bólkabíleggingar, so longi almennu tilmælini standa við, verða framdar. Uttan bólkabíleggingar, við avmarking í ferðafólkatali, og áheitan um at “Ferðast í egnum landi” hava okkara ferjur og bussar flutt ferðafólk kring landið. Ongin dagur er líka; onkrar dagar hevur Smyril verið ov lítil, aðrar dagar, hevur Ternan verið ov lítil, og enn aðrar dagar hevur Teistin eisini verið ov lítil. Kjarnuvirksemið, ið er flyta fastbúgvandi á smáplássum til meginøkið og aftur, verður avbjóðað, og málbólkarnir gerast fleiri. Tó eru skipini og kjarnuvirksemið tað sama.
Nólsoyarleiðin hevur millum annað verið ávirkað í summar, men har eru nú møguleiki fyri at seta eykatúrar inn, um neyðugt er við tí.
Meira um plássbílegging her
Ferðaætlan hjá leið 58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald