2019-04-12 17:10
Nú verða parkeringsgjøld á girokorti í plastlumma fortíð. Parkeringsvørðarnir í høvuðsstaðnum fara nú at skriva bøturnar út á eina pappírsál, sum vatn ikki rínur á, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Kommunan leggur stóran dent á burðardygd. Tí verður farið burtur frá girokorti í plastlumma fyri á henda hátt at avmarka plastdálking. Í staðin verðurparkeringsgjaldið skrivað út á umhvørvisvinarligt tilfar, ið verður niðurbrotið náttúrliga.
Bótin er framvegis hin sama – 200 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald