2020-11-10 20:17

Skúvoy gjørdist fyrsta kommunan at koma inn við úrslitinum á kommunuvalinum.
Tríggir limir eru í kommunustýrinum. Fimm fólk, fýra menn og ein kvinna stillaðu upp á tí eina listanum.
Og tríggir menn vórðu valdir.
Poul Osmund Tórarenni gjørdist toppskorari við 14 atkvøðum, núverandi borgarstjórin, Harry Jensen fekk 11 og Jákup Andrias Thomsen fekk 7 atkvøður.
Harry Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald