2021-08-24 07:27
            
        
        
                
            Poland fer nú undir at seta upp eitt 2,5 metra høga girðing fram við markinum til Hvítarusslands fyri at sleppa undan vaksandi talinum av flóttafólkum, sum kemur inn í landið tann vegin.
Samstundis fer landið at tvífalda talið av markavørðum, sigur verjumálaráðharrin í Polandi, Mariusz Blaszczak.
Polland finst at Hvítarusslandi fyri tilvitað at senda flóttafólk úr Miðeystri víðari til Polands og onnur ES-lond.
Frammanundan eru 900 hermenn sendir út at ansa eftir 418 kilometra langa markinum til Hvítarusslands, skrivar dr.dk.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/08/24/890x590/1629785227guhydbgy9o.jpg)
Polski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak, á markinum til Hvítarusslands (Mynd: EPA)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald