Ein ráðstevna um trygdarpolitikk verður í Smæruni í Havn í kvøld. Tiltakið byrjar klokkan 19.
Tað er Sambandsflokkurin á Fólkatingið, sum skipar fyri. Heitið er “Nýggi veruleikin – hvussu verja vit okkum”
- Trygdarpolitiska støðan í nærumumhvørvinum er broytt, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Fjarskotnir vandar tykjast alsamt tættari og hetta krevur bæði stutt- og langsiktaðar ætlanir frá politiska myndugleikanum.
Soleiðis verður skrivað í kunningarskrivinum. Eitt av endamálinum er eisini, at hyggja uppá, hvussu Føroyar koma har til at leggja greiðar og skynsamar ætlanir.
Limir í uttanlandsnevndini, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og fólkatingslimirnir fara at umrøða, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til handilsavtalur? Hvussu taka vit trygdarpolitiskar avgerðir? Hvat er kritiskur infrastrukturur og skal nakað hernaðarligt virksemi vera í ella kring Føroyar?
Talan er um ókeypis tiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald