Landsbanki Føroya: Føroyski búskapurin er lítil og opin, og viðbrekin yvirfyri stoytum, ið koma uttanífrá. Í Føroyum innflyta vit nærum alt, sum vit nýta, og útflyta nærum alt, sum vit framleiða. Av tí, at vinnulívið í Føroyum byggir á sera fáar vinnugreinar, kunnu inntøkurnar hjá landskassanum sveiggja nógv.
Tað er umráðandi, at útreiðsluvøksturin ikki fylgir inntøkuvøkstrinum, men at eitt hámark verður sett fyri, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa, soleiðis at tað er møguleiki fyri at føra fíggjarpolitikk og tálma stutttíðarsveiggjum í búskapinum.
Um hámark er fyri útreiðsluvøkstrinum tey árini búskaparvøksturin er stórur, førir tað til yvirskot í landsroknskapinum, og so er ikki neyðugt at skerja útreiðslurnar, tá tey ringu árini koma.
Eitt fíggjarpolitiskt regluverk hevur fleiri stýringsamboð, men ikki øll stýringsamboðini eru líka væl egnaði til føroyska búskapin. Ein kann millum annað stýra eftir úrsliti, skuldarhámarki ella rakstrarútreiðsluhámarki.
Viðmælt verður at stýrt verður eftir einum hámarki fyri vøkstri í almennu útreiðslunum, tað vil siga at áseta, hvussu nógv prosent almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa um árið. Tað fer at minka um trýstið á politikararnar at økja um almennu nýtsluna og íløgurnar, tá ið tað gongur væl í búskapinum.
Umráðandi er, at rakstrarútreiðsluhámarkið verður sett øllum almenna geiranum undir einum, tað vil siga ikki bert fyri landskassan, men fyri landið og kommunurnar undir einum.
Afturat einum rakstrarútreiðsluhámarki er skynsamt at gera eina framskriving av almennu inntøkunum og útreiðslunum, so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp. Ikki bara eitt ár fram, men 10 og 20 ár fram í tíð, so tað verður avdúkað, um inntøkurnar og útreiðslurnar javnviga í framtíðini. Ein framskriving vísir, hvussu stórur tørvurin er á at gera nýskipanir og sparingar. Hevur eitt hvørt politiskt uppskot við sær, at inntøkurnar ikki javnviga við útreiðslunum í framtíðini, skal uppskotsstillarin svara fyri, hvussu hann ætlar at fáa javnvág aftur millum inntøkurnar og útreiðslurnar.
Atlitið til kredittvirðið hjá landinum, og at tað er fíggjarligt rásarúm til at føra fíggjarpolitikk, eru nóg stórar orsøkir til at hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, men avbjóðingin við vaksandi talinum av eldri fólki ger, at tað er uppaftur meira átrokandi at seta eitt slíkt regluverk í verk. Ein framskriving av fólkatalinum í Føroyum vísir, at talið á eldri fólki vaksur lutfalsliga skjótt í mun til talið á fólki í arbeiðsførum aldri, og tað fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til fólkapensjón og heilsu- og røktartænastur til eldri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald