Innanlands

- Politikkararnir skulu ikki goyma seg aftanfyri heilsufakligheitina

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eftirlýsir í Facebook-uppslagi, at landsins myndugleikar taka størri ábyrgd í koronatilgongdini, og at samskifti gerst betri

Marnar skrivar millum annað um kravt sóttarhald og størri heimildir og um møguliga manglandi viljan at fremja hetta

Marnar skrivar millum annað um kravt sóttarhald og størri heimildir og um møguliga manglandi viljan at fremja hetta

2020-04-22 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Føroyar verða stýrdar politiskt, ikki heilsufakligt. Tað er eingin ivi um, at tað er politikkur, sum stýrur Føroyum, ikki tað heilsufakliga. Tað er heldur eingin ivi um, at hetta er júst soleiðis tað eigur at vera.

Soleiðis byrjar Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sítt Facebook-uppslag. Tað kemur í kjalarvørinum av, at kjak hevur tikið seg upp um tað, at har er ein ávísur munur á, hvat landsins myndugleikar siga, og hvat heilsumyndugleikarnir siga. Hetta hevur serliga víst seg innan ítróttin, ið nógv rumbul og óvissa hevur verið um seinastu dagarnar.

Les eisini: 
- Landsmyndugleikarnir halda fast: Ítrótturin kann byrja aftur
-Fótbólturin er farin í gongd aftur

Hóast Marnar sjálvur sigur, at tað eru politikkararnir, ið skulu taka endaligu avgerðirnar, so ynskir hann, at teir kundu latið vera við at goyma seg aftanfyri heilsufakligheitina, tá heilsufakligheitin ikki er samd við teimum:

- Politikkararnir hava ferð eftir ferð sagt, at teir lurta eftir tí heilsufakligu ráðgevingini, ið verður givin. Men um einasta ynski var, at smittan ikki skal koma til Føroya, so høvdu landsins myndugleikar syrgt fyri, at smittan ikki kom inn aftur í landið við ferðafólki. Eitt annað er tað, sum kom fram í Degi & Viku í gjárkvøldið: At Pál Weihe sum serfrøðingur og sum partur av Koronaráðgevingini tilmælir eitt, og politiski myndugleikin eitt annað. Eg haldi sum sagt, at tað er i ordan at politikkararnir ráða, men so skulu teir ikki siga, at teir fylgja heilsufakligu tilráðingunum, tá teir ikki gera tað, sigur Marnar útdýpandi við Portalin.

Manglandi lógarheimild

Marnar er Ph.D lesandi og arbeiðir júst nú við at granska koronavirus. Hann er m.a. partur av toyminum, ið kannar myrkatalið í Føroyum, og er í gongd við at kanna sjúkugongdina hjá teimum, ið hava fingið staðfest koronasmittuna.

Hann skrivar víðari á Facebook:

- Kundu politikkarnir ikki latið vera við at brúka manglandi lógarheimild sum grund til ikki at seta neyðug tiltøk í verk? Um lógarheimildin manglar, broyt so lógina. Tað eru hóast alt teir, sum smíða lógirnar.

Hetta, sigur hann við Portalin, snýr seg um nakað, ið kom fram á tíðindafundinum hjá heilsumyndugleikunum í gjár:

- Eitt nú tað at tey ikki kunnu fáa telefonummrini hjá teimum sum koma inn í landið frá løgregluni. Hetta átti at verið einfalt at broytt. Eisini tað við at seta ferðandi i kravt sóttarhald, fyri at vit internt tryggari kunnu lata upp - men tað er kanska meira politiskur vilji sum manglar við júst hasum.

Les eisini: Karantenubólkurin ynskir at sleppa at fylgja øllum teimum ferðandi

Til seinast í uppslagnum setir læknin fleiri spurnartekin:

- Kundu tey ikki syrgt fyri at smittan ikki kom beint inn aftur í samfelagið?

- Kundu tey ikki tosað saman, so at tann eini ikki sigur eitt og tann næsti eitt annað?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder