Innanlands

Politiska landslagið polariserast

Spyr.fo: Javnaðarflokkurin fær stóra framgongd – Samband og Tjóðveldi missa undirtøku

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin høvdu vunnið um løgtingsval var nú. Fólkaflokkurin hevði verið næststørsti flokkur (Savnsmynd: KvF)

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin høvdu vunnið um løgtingsval var nú. Fólkaflokkurin hevði verið næststørsti flokkur (Savnsmynd: KvF)

2020-09-01 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eins og fyrrverandi politikarar vístu á í umrøðuni av politisku støðuni í Degi og Viku í gjárkvøldið, so hendir ein politisk polarisering í spenninum millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, meðan tjóðskaparligi spenningurin millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin minkar ella viknar.

Hetta verður váttað í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið – ársdagin fyri løgtingsvalið.

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin fær stóra framgongd og verður nógv tann størsti flokkurin á tingi.

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 28,5 prosent og 10 tingfólk, um løgtingsval var nú.

Við góða úrslitinum hjá Javnaðarflokkinum hevði núverandi andstøða fingið meirilutan á tingi, men meirilutin er framvegis bert ein tingsessur, tí bæði Tjóðveldi og Sjálvstýri ganga aftur.

Næststørsti flokkur á tingi er, sambært veljarakanningini, Fólkaflokkurin, sum fær 23,6 prosent og varðveitir sínar 8 tingsessir. 23,6 prosent er 0,9 prosentstig lægri enn á valinum, men tó ein framgongd í mun til seinastu veljarakanningina hjá Spyr.fo, sum varð gjørd 29. mai.

Sambandsflokkurin er framvegis triðstørsti flokkur, men gongur meira enn trý prosentstig aftur í mun til løgtingsvalið. Flokkurin hjá løgmanni fær 17,1 prosent og missir eitt umboð á tingi og fær seks vald inn.

Tjóðveldi gongur eisini aftur. Var val nú hevði Tjóðveldi fingið 16,4 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd á 1,7 prosentstig, og hevði minkað úr seks niður í fimm løgtingsumboð.

Sjálvstýri fær 2,8 prosent av atkvøðunum, og fær heldur ikki hesaferð umboð á tingi, meðan hinir báðir smærru flokkarnir, Framsókn og Miðflokkurin varðveita síni tvey umboð.

Framsókn gongur 1,7 prosentstig fram í mun til valúrslitið, og fær 6,3 prosent av atkvøðunum, meðan Miðflokkurin fær 5,4 prosent, júst tað sama sum á valinum, og vinnur aftur annan tingsessin, sum flokkurin misti í seinastu kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin.

Kanningin byggir á svar frá 500 veljarum, sum Spyr.fo spurdi í gjárkvøldið. 7,1 prosent ikki tikið støðu til, hvat tey høvdu valt, meðan 1,9 søgdu seg ikki fara á val.

Óvissan í kanningini liggur millum 1,4 og 3,9 prosentstig.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder