Útbúgvingarpolitikkur, gransking, kampus og lestrarlív standa á skránni, tá Fróðskaparsetrið bjóðar til almennan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 30. november klokkan 15.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javbnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fara at geva síni boð uppá, hvussu Føroyar koma best fram á leið, tá tað ræður um hægri útbúgvingar, gransking, kampus og umstøður at lesa í Føroyum.
Orðstýrari verður Brynhild Thomsen, og møguleiki verður eisini hjá áhoyrarum at spyrja valevnini spurningar.
Verður ikki pláss fyri øllum, er møguligt at fylgja við í politiska orðaskiftinum á stroymi. Leinki verður kunngjørt seinni.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald