Politiska kreppan í latínamerikanska landinum, Venesuela, er kyknað upp aftur.
Forsetin í landinum, Nicolas Maduro, boðaði í gjárkvøldið frá, at sosialistaflokkur hansara hevði valt nýggjan formann fyri tjóðartingið, Luis Parra, sum er ein av trúgvu stuðlunum hjá forsetanum.
Men í nátt, okkara tíð, hevur andstøðan í landinum afturvalt andstøðuleiðaran, Juan Guaidó, til tjóðartingsformann.
Valið fór fram á einum fundi, ið varð hildin í hølunum hjá blaðnum El Nacional í høvuðsstaðnum, Caracas.
Kallað varð inn til fundar í blaðhúsinum eftir at sýtt var andstøðuni av halda fundin í tjóðartingsbygninginum.
Andstøðan metir, at talan er um eina kvettroynd, at sosialistaflokkurin uttan tingfund setir nýggjan tingformann.
- Vit hava eini týðandi boð til heimin um, at stýrið hjá Maduro og sosialistaflokkurin royna at gjøgnumføra eitt kvetti við at seta nýggja leiðslu fyri tjóðartingið ímóti vilja meirilutans, skrivar andstøðupolitikarin, Carlos Valero á Twitter.
Andstøðan hevði roknað við, at afturvalið av Guaidó til embætið skuldi fara fram í tjóðartingsbygninginum. Men løgreglan hevði avbyrgt bygningin og foraði Guaidó og øðrum andstøðupolitikarum í at sleppa innar í bygningin.
Hetta merkti, at andstøðan var undir mannað, og tí ikki kundi endurvelja Guaidó til tingformann. Ístaðin varð Luis Parra valdur.
Andstøðan hevur meirilutan í tjóðartinginum, sum tó hevur mist nógv vald eftir at Maduro forseti í 2017 legði ein part av valdinum hjá tjóðartinginum yvir í eitt annað ting við 545 limum, har flestu limirnir stuðla forsetanum.
Juan Guaidó lýsti fyri einum ári síðani seg sjálvan til fyribils forseta í Venesuela. Hann fekk stuðul frá fleiri av heimsins londum, teirra millum USA, Danmark og fleiri ES-lond.
Maduro verður sagdur at standa fyri einum einaveldi, sum kúgar vanlig mannarættindi, og sum er orsøk til at tað fyrr so ríka oljulandið er komið í fíggjarligt óføri, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald