2024-08-14 20:57
Ein politistur varð í Føroya rætti í dag dømdur fyri at hava følt uppá kvinnuligan starvsfelaga.
Hann fekk tíggju daga treytaða fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda fyri sakarmálskostnað og rinda kvinnuni 5000 í endurgjaldi.
Hetta skrivar Frihedsbrevet í dag.
Sambært Frihedsbrevet kom fram í rættinum, at hendingin fór fram í politikjallaranum í Havn fyri góðum ári síðani. Her skal mannligi politisturin hava følt uppá bróstini og afturpartin hjá einum kvinnuligum starvsfelaga.
Tann dømdi hevur nú tvær vikur at taka støðu til, um hann kærir dómin. Stendur dómurin við, kann hann ikki arbeiða sum politistur longur, skrivar Frihedsbrevet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald