Eftir ein steðg í hálvtannað samdøgur ella so, lata valhølini uppaftur hósdagin klokkan 10. Tá skulu Føroyar velja eitt nýtt løgting.
Portalurin og FM1 hava gjørt nógv burturúr hesum valunum og aftur í morgin spenna miðlarnir seg út.
Á FM1 byrjar sendingin "Føroyar á vali" klokkan 10 og sent verður til umleið klokkan 17 seinnapartin. Vit tosa við okkara fólk sum verða stødd kring landið tá valhølini lata upp, og fara at vitja fleiri valstøð gjøgnum dagin.
Eisini koma gestir í rásarúmið í Miðlon, har Árni Gregersen stýrir slagnum.
Á Portalinum verða myndir og dagføringar annars frá løgtingsvalinum gjøgnum dagin og móti kvøldið verður livebloggur eisini. Vit gevast ikki fyrr enn úrslitið fyriliggur.
Fríggjadagin klokkan 10 sendir FM1 sendingina "Føroyar hava valt", har tikið verður samanum løgtingsvalið, og vit práta við nývaldar løgtingslimir. Eisini koma limir í Stjórnini á vitjan og geva sítt boð uppá eina samgongu.
Gott val!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald