Innanlands

Posta: KT-leiðarin verður fyribilsstjóri

Edvard Remberg situr sum stjóri, til ein nýggjur verður settur

Havnarmaðurin Edvard Remberg hevur verið KT-leiðari í Posta síðani 2014. Nú tekur hann fyribils við fyri Hans Jákup Langgaard (Mynd: Posta)

Havnarmaðurin Edvard Remberg hevur verið KT-leiðari í Posta síðani 2014. Nú tekur hann fyribils við fyri Hans Jákup Langgaard (Mynd: Posta)

2024-10-23 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í mánaðinum fór Hans Jákup Langgaard úr starvi sum stjóri hjá Posta eftir bert tíggju mánaðir í tí.

Hann segði upp og fekk eina nógv umrrødda fráfaringaravtalu við løn í hálvt ár og 200.000 krónur í bonus.

Posta sóknast nú eftir nýggjum stjóra. Nú er so ein fyribils stjóri settur.

Talan er um havnarmannin Edvard Remberg. Hann hevur verið á Posta sum KT-leiðari síðani 2014. 

Edvard er nú stjóri - til ein nýggjur er funnin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder