Innanlands

Posta verður ikki selt

Bara eitt boð kom inn, og boðið var ikki nøktandi. Føroya landsstýri verður tí framhaldandi eigari av øllum partapeninginum í Posta

2019-06-28 17:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vetur samtykti Føroya løgting við stórum meiriluta at veita Føroya landsstýri heimild at einskilja Posta. Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørdi tí í vár avtalu við SÓKN Advokatar og Hammer Consulting um at standa fyri arbeiðinum í sambandi við søluna.

Sambært heimild Føroya løgtings varð partapeningurin í Posta tann 29. mai 2019 lýstur alment til sølu. Freistin at lata inn tilboð varð fyrst sett til mánadagin 17. juni 2019, men varð seinni eftir umbøn longd til at vera týsdagin 25. juni 2019 kl. 15.

Tá freistin var úti, var eitt boð móttikið. Søluráðgevarnir hava mett um tilboðið og eisini havt fund við bjóðandi felagið fyri at fáa tilboðið nágreinað. Samanumtikið meta SÓKN Advokatar og Hammer Consulting, at tilboðið ikki er nøktandi. Tískil varð mælt einskiljingarbólkinum hjá landsstýrinum at havna tilboðnum.

Einskiljingarbólkurin hjá Føroya landsstýri hevur í dag viðgjørt tilmælið og tekur tað til eftirtektar. Felagið, sum bjóðaði uppá Posta, er kunnað um avgerðina og tað eru starvsfólkini hjá Posta eisini.

Føroya landsstýri verður tí framhaldandi eigari av øllum partapeninginum í P/f Posta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder