Níggju dagar eftir at mongu broytingarnar viðvíkjandi aðalráðunum vórðu kunngjørdar, er ein broyting kunngjørd.
Hon er, at Elin Mortensen kortini ikki vil flytast yvir í aðalstjórasessin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Heldur vil hon vera deildarstjóri í Vinnumálaráðnum.
- Í fyrstu syftu tók eg av starvinum sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, men eftir gjølla umhugsan havi eg broytt støðu. Orsøkin er, at við mínum áhuga og royndum á fiskivinnuøkinum og í millumtjóða samstarvi, meti eg ikki tíðina vera rætta fyri meg at skifta arbeiðsøki. Eg vóni eisini, at eg einaferð aftur fái møguleika at átaka mær ein aðalstjórasess, hóast tíðin ikki var tann rætta hesa ferð.
Hetta sigur Elin Mortensen við heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, sum samstundis slær fast, at aðalstjórin í í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum harvið heldur fram.
- Broytingarnar merkja, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal hava ein annan aðalstjóra. Eftir tilmæli hevur løgmaður tikið avgerð um, at Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
![]()
Elin Mortensen ynskti kortini ikki at at skifta arbeiðsøki
Royndi aðalstjórin Poul Geert Hansen var annars ein av teimum, sum skuldi út 1. desember.
Í løtuni er Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Við mánaðarskifti broytist hetta: Súsanna Bertholdsen tekur við í aðalráðnum, sum var nýtt, tá hetta landsstýrið legði frá landi.
Les eisini: Blóðbaðið í Tinganesi
---------------------------------------
Broytingarnar í landsstýrinum 1. desember:
Løgmansskrivstovan heldur fram óbroytt, tó við onkrum málsøki afturat, við John Rajani sum løgmansstjóra.
Vinnumálaráðið, sum eisini verður eitt nú fiskimálaráð: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður. Pól Egholm (núverandi Umhvørvismálaráðið) aðalstjóri. Elin Mortensen verður deildarstjóri her heldur enn at fara í Barna- og Útbúgvingarmálið
Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna. Poul Geert Hansen, aðalstjóri. Elin Mortensen (núverandi Fiskimálaráðið) skuldi annars verða aðalstjóri her
Almanna- og heilsumálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna. Bjørgfríð Ludvig (nú Heilsumálaráðið) aðalstjóri
Uttanríkis- og umhvørvismálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Herálvur Joensen, aðalstjóri
Fíggjarmálaráðið: Ruth Vang, landsstýriskvinna. Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri.
Eirikur í Jákupsstovu flytir frá almannamálum til vinnu- og fiskivinnumál, Súsanna Bertholdsen flytir frá heilsumálum til barna- og útbúgvingarmál og Margit Stórá fer frá umhvørvismálum og aftur til heilsumál, og fær almannamál afturat.
Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi og Bjarni K. Petersen úr Framsókn og aðalstjórarnir Eyðun Mohr Hansen og Nella Festirstein missa starvið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald