Innanlands

Poul Michelsen gevst í politikki

Ruth vang verður nýggj forkvinna í Framsókn

Poul Michelsen setti fyrsta tingfundin í valskeiðinum. Síðan 23. september hevur hann hildið seg burtur frá tingarbeiðinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Poul Michelsen setti fyrsta tingfundin í valskeiðinum. Síðan 23. september hevur hann hildið seg burtur frá tingarbeiðinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Poul Michelsen, tingmaður, fyrrverandi borgarstjóri og landsstýrismaður, gevst nú í politikki.

Hesum boðaði 75 ára gamli Poul Michelsen tinginum í dag.

Poul Michelsen, sum stovnaði Framsókn í 2011, sat sum landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum í farnu tingsetu. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum 31. august við 271 persónligum atkvøðum, men hevur verið burtur fyri tað mesta síðani valið.

Ein orsøk til, at Poul Michelsen hevur hildið seg burtur frá tingarbeiðinum tað mesta av tíðini síðan valið er, at hann varð raktur av eini heilabløðing í heyst. Hóast hann nú er komin fyri seg aftur, hevur hann nú valt at siga seg úr politikki.

Les: Sloppin væl frá hendingini

Ruth Vang hevur røkt tingsessin, og í fráboðanini í dag varð sagt, at Ruth Vang nú er nýggj forkvinna í Framsókn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder