Tað hevur verið ein serligur dagur, har grind er rikin á Havnina, og Poul Watson og hansara manning eru rikin burtur aftur.
John Paul de Joria breyt seinnapartin forboðið viðvíkjandi atgongd innanfyri 12 fjórðingar, av tí at ein grind varð funnin. Skipið var tó ongantíð nær við at megna at leggja uppí drápið í Sandagerði. Meðan tað fór fram, var skipið í Djúpunum.
John de Paul Joria tá tað sigldi framvið Leirvík tíðliga í kvøld
Tað helt tó fram at stevna móti høvuðsstaðnum við Tjaldrinum í hølinum. Danska verjuskipið Hvidbjørnen kom eisini á staðið, og John Paul de Joria lá í Nólsoyarfirði eina løtu og tyktiskt at hava hug at koma inn á Havnina.
Endin var tó, at tað vendi við og stevndi suðureftir. Hetta skriva bæði Kringvarpið og in.fo. Spurningurin er so, hvussu langt burtur skipið fer, og um meira hendir í málinum.
Paul Watson og hansara manning hava brotið lógina. Fútin, Micheal Boolsen, staðfesti fyri Kringvarpinum, at so var, men at tað helst ikki fór at verða meira gjørt við málið, uttan so at meira álvarsom lógarbrot verða framd. Løgreglan fylgir málinum - til ber at hoyra fútan her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald